Bátatænastan varð stovnað í 1993 og 'búsettist' í Vágsbotni í gomlu hølunum hjá André Andrésen. Í fyritøkuni starvast ídag 4 fólk, og hesi syrgja fyri at veita útróðra- og bátafólki í Føroyum eina góða tænastu. Bátatænastan man vera mest kend fyri at umboða Volvo Penta, sum hon yvirtók eftir tí gamla P/F Alfred Johannesen. Umframt Volvo Penta hevur Bátatænastan nógv onnur umboð - millum annað Mariner, Cetrek, Humminbird, Baltic. Úrvalið hjá Bátatænastuni er ídag so stort, at so at siga alt innan bátaútgerð fæst her. .