F.J.M er ein privat fyritøka, ið veitir serkøna tænastu og framleiðslu av útgerð til fiskivinnuna, einamest úr rústfríum stáli. F.J.M hevur Føroya størstu goymslu av rustfríum stáli, og kann soleiðis altíð veita viðskiftafólkum sínum eina góða og skjóta avgreiðslu.
Virkið var stovnað í 1986 og hevur verið í støðugum vøkstri, soleiðis at í dag arbeiða ca. 30 vælkvalifiserað fólk á virkinum. Virkið heldur til í egnum bygningi í Runavík, beint við sjóvarmálan og frálíkt kaiøki.
Við hollum royndum innan menning og framleiðslu av matvøruframleiðslutólum, er felagið ført fyri at veita heildarloysnir, líka frá tekniborði og til lidna framleiðslutólið. Endamálið er at veita hesar tænastur í tøttum og álítandi samstarvi við okkara viðskiftafólk..
http://www.fjm.fo
Boða frá feili/misbrúki
Rætta leinki