Fa. Vaktargarðurin bleiv stovnaður í 1978, og var tá tað fyrsta og einasta vaktarfelag í Føroyum. Vaktargarðurin byrjaði við at halda vakt, og er síðan eisini farið at selja, og seta upp alarmar, sum kunnu ganga inn á alarm sentralin hjá Vaktargarðinum, har vakt er døgnið runt. Í fyrstuni koyrdi ein bilur úti um náttuna, men síðan tá hevur virksemi ment seg so nógv, at tað nú eru 5 bilar úti og koyra. 1 januar 1999 bleiv Vaktargarðurin gjørt um til Sp/f Vaktargarðurin.
http://www.vakt.fo
Boða frá feili/misbrúki
Rætta leinki
Hendan heimasíðan lýsir virksemi hjá føroya størstu trygdarfyritøku. Securitas Føroyar spf. hevur verið á føroyska marknaðinum síðani í 1998 og hevur umleið 70% av marknaðinum og er størst við 12 starvsfólkum. Ansni er skrásett vørumerki hjá Securitas Føroyar spf..
http://www.ansni.fo
Boða frá feili/misbrúki
Rætta leinki
Tann fyrsti roykalarmurin, ið verður settur upp uttan skrúvublað, borimaskinu v.m!
Í vetrarmyrkrinum til jóla hugna vit okkum við livandi ljósi.
Hetta økir um vandan fyri eldum. Men eitt sindur av varsemi, umhugsni - og uppseting av roykalarmum - kann bjarga jólahugnanum, familjuvirðunum - og í besta/ringasta føri mannalívum.
Sambært Forsikringsoplysningen í Danmark vænta tryggingarfeløgini umleið 900 eldar í jólavikuni. Hetta er tríggjar ferðir so nógv, sum tað plagar at vera, og í nýggjársvikuni er vandin fyri eldum seks ferðir so stórur í mun til vanligt, tvs 2.000 afturímóti 330.
Teir allarflestu eldarnir eru lukkutíð smáir eldar, sum fólk sjálvi megna at sløkkja uttan at ringja til sløkkiliðið. Teir stóru eldarnir standast ofta av teim mongu adventskransunum og jóladekorasjónunum, sum við endan av desember eru so turr, at fleiri teirra eru reinar brandbumbur!
Ein bílilg og einføld fyribyrging - umframt vanligt umhugsni - er uppseting av roykalarmum, gjarna ein í hvørjum rúmi. Og skal hetta vera lætt og ómakaleyst, er ein Snapalarmur ein uppløgd loysn - tí hesin kann verða settir upp uttan nýtslu av skrúvublaði, borimaskinum v.m!
Tú skalt hinvegin bara klemma alarmin fastan rundan um ein lampuleidning - og tað ber bert til at klemma/lata hann aftur, um battarí er í. Hervið er man vísur í, at børnini ikki hava lánt battaríini til onkrar leikur. Í alarminum er eisini ein pera, sum í góðari tíð sigur frá, nær ið battaríið skal skiftast.
Snapalarmurin verður latin klárur til nýtslu - við battaríi - og er hvítur. .
http://www.kulgel.com/product.asp?product=2008
Boða frá feili/misbrúki
Rætta leinki